University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Løkshøll (3).png
7 oktober
Tiltak

Korona og fiski- og alivinnan

Nær
Longd
Klokkan 14:00 - 16:00
Stað
Løkshøll, Rókarvegur 1, 620 Runavík

Føroysk fiski- og alivinna eru berandi súlurnar undir føroyska búskapinum. Tí hevur virksemið í hesum vinnunum serstakliga stóra ávirkan á føroyska samfelagsbúskapin. Avbjóðingar við korona bæði úti og heima hava havt stóra ávirkan á hesar vinnurnar, men hvat er ítøkiliga ávirkanin? Tað er evnið, sum frágreiðingin fer at lýsa.

Á tiltakinum fara granskararnir Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetri Føroya, Magni Laksáfoss, og Unn Laksá frá Sjókovanum at greiða frá úrslitunum av verkætlanini. Á framløguni verður greitt frá royndunum hjá fyritøkunum, og hvussu tær hava tillagað seg. Eisini verða búskaparligu avleiðingarnar lýstar bæði frá einum virkis- og samfelagsbúskaparligum sjónarhorni. At enda verður hugleitt um hvussu mótstøðuførið í fiski- og alivinnuni og í føroyska búskapinum kann økjast. Aftaná framløguna bjóðar Ocean Cluster Faroes til kaffi og prát.

Verkætlanin, sum er eitt samstarv millum nýstovnaða privata granskingarstovnin Sjókovan og Fróðskaparsetur Føroya, er stuðlað av Covid-19 átakinum hjá Granskingarráðnum.

Um Ocean Cluster Faroes

Hetta er fyrsta regluliga tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes. Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Tiltøkini verða fyrsta mikudag í hvørjum mánaði og snúgva seg um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning, íblástur og at kjakast um felags avbjóðingar og loysnir.

Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Í Ocean Cluster Faroes hittast partarnir javnan til íblástur og kjak um felags avbjóðingar og loysnir. Felags fyri limirnar í Ocean Cluster Faroes er, at teir allir hava áhuga í nýskapan og burðardygd í sjófeingisvinnum, føroyska samfelagnum at frama.

Øll eru vælkomin at gerast limir í Ocean Cluster Faroes.

Vanliga eru tiltøkini í Bátasavninum í Leirvík, men orsakað av tilmælunum um frástøðu, verður tiltakið hesuferð í rúmligu og snotiligu Løkshøll í Runavík.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til.

Lesið meira og meldið til her.