Kunningarfundur í Havn: Diplom í námsfrøði
- Nær
- Longd
- 19:00 - 20:00
- Stað
- Aulan á Námsvísindadeildini, Frælsið 20 í Havn
Fróðskaparsetrið fer nú á kunningarferð kring landið við eini nýggjari parttíðar diplomútbúgving í námsfrøði til hjálparfólk, sum eru 25 ár ella eldri, og sum áðrenn og undir útbúgvingini eru í starvi á námsfrøðiliga økinum
Arbeiðir tú sum hjálparfólk á dagstovna- ella serøkinum og vilt lyfta tað fakliga stigið, so er at koma á kunningartiltak um nýtt útbúgvingartilboð á Setrinum.
Nýggja útbúgvingin fær heitið Diplom í námsfrøði og er ætlað tykkum, sum longu hava arbeitt og framvegis arbeiða sum hjálparfólk á dagstovna- og serøkinum.
Hetta er eisini nýggjur møguleiki hjá tær, sum ikki hevur miðnámsprógv, at søkja um lestrarpláss á Setrinum, og tá verður skipað fyri upptøkuroynd.
Útbúgvingin verður løgd soleiðis til rættis, at lesandi arbeiða parttíð undir útbúgvingini. Haraftrat verður tað smidligt at fylgja við undirvísingini, tí meðan helvtin fer fram á Námsvísindadeildini á Setrinum, verður hin helvtin skipað sum fjarlestur.
Parttíðarútbúgvingin tekur tilsamans trý ár, sum svarar til tvey ára fulltíðarlestur.
Við Diplomi í námsfrøði kann ein tískil seinni søkja um at fáa tvey ár góðskrivað av bachelorútbúgvingini í námsfrøði og á tann hátt standa fullan bachelor við at taka tvey ár aftrat, um ein vil tað.
Kom og hoyr meira um Diplom í námsfrøði á kunningartiltakinum í auluni á Námsvísindadeildini Frælsinum 20 í Havn mánadagin 23. mars frá klokkan 19:00 - 20:00.