University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
IMG_4683.JPG
27 september
Tiltak

Kunningarfundur: Stuðul til havgransking 2024

Nær
Stað
Kongshøll, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja, Havn

Mikudagin 27. september kl. 14.30 skipar Granskingarráðið í samstarvi við Fróðskaparsetrið fyri kunnandi fundi um møguleikar og krøv til umsóknir um stuðul til havgransking 2024

Fundurin verður í Kongshøll.

Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja og serliga hvørjar broytingar eru í treytum samanborið við undanfarin ár.

Kunningarfundurin verður hildin, nú lýst aftur verður eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO. Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini og eggjar til granskingarsamstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark.

Freistin at søkja er 10. desember 2023 kl. 12 føroyska tíð.

Lesið meira her.