University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
zoom.png
9 desember
Tiltak

Kunningarfundur um granskingarstuðul

Nær
Stað
Zoom

Hósdagin skipar Granskingarráðið fyri talgildum kunningarfundi um møguleikar og krøv til umsóknir um granskingarstuðul.

Kunningarfundurin verður klokkan 9 hósdagin 9. desember á zoom.

Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, og hvørjar broytingar eru í treytum sammett við undanfarin ár.

Síðani verður greitt frá nýggja umsóknarportalinum og ítøkiligu krøvunum til umsóknir.

Høvi verður at seta neyvari spurningar.

Fundurin verður hildin á enskum á zoom.

Leinkið er her.

Umsóknarfreistin at søkja granskingarstuðul frá Granskingarráðnum er á middegi 15. februar.