University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2023-01-16 at 15-13-23 Kvøldseta á Landsbókasavninum - Flora Heilmann.png
19 januar
Tiltak

Kvøldseta: Flora Heilmann

Nær
Longd
20:00 - 21:00
Stað
Landsbókasavnið

Í 1931 gav danska listakvinnan, Flora Heilmann, Landsbókasavninum 60 myndir av føroyskum myndevnum, so sum húsum, kirkjum og lutum. Hon gjørdi tær í árunum 1927-1931.

Við myndunum vildi hon fanga tíðina, sum var við at fara, og tann gamla føroyska lívsháttin, sum var við at broytast.

Landsbókasavnið hevur varðveitt gávuna frá Floru Heilmann í meira enn 90 ár. Á vári 2022 vóru allar myndirnar rammaðar inn av nýggjum og vístar fram aftur.

Hóskvøldið 19. januar kl. 20 verður almenn kvøldseta um Floru Heilmann og myndir hennara.

Martin Næs, rithøvundur og fyrrverandi landsbókavørður, fer at greiða frá tí týdningi, sum tað hevur, at landið hevur eitt stað - ella fleiri støð - sum kunnu savna og varðveita og miðla mentanarligt tilfar. Eisini fer hann at umrøða tann ómetaliga týdning, sum vælvildarfólk - sum Flora Heilmann eisini var - hava fyri ein stovn sum Landsbókasavnið.

Meduna Dalsgaard, arkitektur á Tjóðsavninum, fer at samanbera húsamotivini í myndunum hjá Floru við myndir frá nýggjari tíð.

Síðani verður høvi til at síggja myndirnar hjá Floru.

Ætlanin er at sýningin skal standa til í summar.

Kvøldsetan er ókeypis og øll eru vælkomin.