University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Postari_Lestrarkafé_20092022_page-0001(1).jpg
20 september
Tiltak

Lestrarkafé fyri lesandi á Setrinum

Nær
Longd
15:00
Stað
Aulan á Námsvísindadeildini á Frælsinum í Havn

Týsdagin 20/9-2022 klokkan 15.00 skipar lestrarvegleiðaratoymið fyri lestrarkafé fyri øllum lesandi á Setrinum.

Johild Dulavík, sum er lestrarvegleiðari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, fer at greiða frá og geva góð ráð um, hvussu lesandi kunnu arbeiða við lesi- og notatteknikki.

Á kaféini verður ókeypis kaffi/te og køka at fáa.

Endamálið við lestrarkaféini er, at lesandi á Setrinum møtast tvørtur um deildirnar og fáa høvi at hoyra um eitt lestrarviðkomandi evni.

Øll lesandi eru hjartaliga vælkomin.