University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Føroyamálsdeildin 3.jpg
21 september
Tiltak

MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini

Nær
Stað
Loftsstovan, Føroyamálsdeildin, V. U. Hammerhaimbs gøta 22

Hósdagin 21. september 2023 kl. 14.00 heldur Gunnvør Hoydal Brimnes MA- fyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini

Fyrilesturin, sum er almennur, hevur heitið: Greið frá hugmyndum um standardmálsfatan og málideologi í Føroyum. Lýs háttalagið og met um, hvussu tað royndist.

Fyrilesturin byggir á MA-ritgerð hennara, sum nevndist: Málhugmyndir í Føroyum. Kvalitativ kanning av standardmálsfatan og hugburði til purismu hjá miðnámsskúlanæmingum og fólkaskúlalærarum.

Endamálið við ritgerðini var at kanna, hvørji sløg av málhugmyndafrøði eru í Føroyum, og um tær eru ymiskar alt eftir aldri og staðseting. Granskingarspurningarnir í ritgerðini vóru tríggir:

  • Hvørjar hugmyndir eru um standardmál í Føroyum?
  • Hvussu ávirkar kjak um føroyskt mál á netinum, í miðlum og millum fólk hesar hugmyndir?
  • Er munur á hugmyndunum hjá ungum og eldri og millum økini í Føroyum?

Fyrilesturin er seinasti partur í MA-útbúgvingini í føroyskum.