Tiltak
MA-fyrilestur - Helena Kannuberg
- Nær
- Longd
- 1 tíma
- Stað
- Loftsstovan á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbs gøtu 22
Heitið á fyrilestrinum er: “Hava børn við filipinskari ella tailendskari mammu og føroyskum pápa eina serliga avbjóðing, tá tað snýr seg um føroyska málmenning?”
Evnið er tikið úr MA-ritgerð hennara, sum er ein kvalitativ kanning av føroyska málinum hjá børnum við filipinskari ella tailendskari mammu og føroyskum pápa.
Fyrilesturin verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini og byrjar stundisliga kl. 14.00 tann 25. oktober.
Fyrilesturin er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin.