University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
MarnaMAfyrilestur.jpg
27 apríl
Tiltak

MA-fyrilestur um fólkanavnasiðir

Nær
Stað
Loftsstovan á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbs gøta 22

Hósdagin 27. apríl klokkan 15.00 heldur Marna Fríðgerð Hansen MA-fyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini
Fyrilesturin, sum er almennur, hevur heitið: Fólkanavnasiðir í Føroyum gjøgnum tíðina, t.d. fríggjadags-, sunnudags- og álmanakkanøvn.

Fyrilesturin byggir á MA-ritgerð hennara, sum snýr seg um fólkanavnasiðir í Suðuroy og Norðuroyggjum.

Heitið á ritgerðini er: Samanburður av fornøvnunum í bygdunum Hattarvík, Kirkja, Svínoy, Viðareiði, Vágur og Sumba frá 1801 til 1950.

Endamálið við ritgerðini var at kanna, um broytingar í fornøvnum vóru farnar fram í hesum økjunum í nevnda tíðarskeiði. Í ritgerðini verður kannað, um munur er í navnagávuni norðanfjørðs og sunnanfjørðs og um navnasiðirnir eru broyttir. Eisini verður kannað, um býtið millum navnabólkarnar norrøn, kirkjulig og onnur nøvn er broytt gjøgnum tíðina. Fyrr var vanligt við uppkalling eftir fríggja-, sunnu- og álmanakkadøgum. Hetta verður eisini kannað í ritgerðini.

MA-fyrilesturin er seinasti partur av MA-lestrinum í føroyskum.