Tiltak
Markleys útbúgving 2024
- Tíðspunkt
- Longd
- 09:00 - 15:00
- Stað
- Norðurlandahúsið

Árliga tiltakið, Markleys útbúgving, verður á tímatalvuni hjá øllum landsins elstu miðnámsskúlanæmingum 6. november frá klokkan 9-15
Hvørt heyst fáa fráfaringarflokkarnir í miðnámsskúlunum boð um at møta til stórt upplýsingarátak í Norðurlandahúsinum, sum eitur Markleys útbúgving ella bara MÚ.
Tað er Vegleiðarastovan, sum samstarvar við m.a. MFS og Ráð teirra Lesandi á Setrinum um at geva miðnámsskúlanæmingunum eitt haldgott grundarlag at velja sína víðari útbúgving.
Og stórur gravgangur er eftir at fáa okkara ungu til sín. Eisini á Fróðskaparsetri Føroya, sum sjálvandi verður á staðnum við øllum sínum mongu útbúgvingartilboðum.