University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
bokahillar_1100x550.jpg
25 mars
Tiltak

Móðurmálsdagur 2022

Nær
Longd
15:00 - 16:30
Stað
Yrkisfelagið Miðnám, Varðagøta 8, Tórshavn

Fríggjadagin 25. mars er móðurmálsdagur 2022, og Yrkisfelagið Miðnám hevur alment tiltak frá klokkan 15-16:30 við evninum móðurmálið og avbjóðingar hjá fólki í Føroyum, ið hava føroyskt sum annaðmál.

Skráin er henda:

Sofaprát Marjuna Lómaklett, ið virkar sum integratiónsprestur í Føroyum. Hvussu eru umstøðurnar hjá børnum og familjum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Hvat er støðan og tørvurin?

Lesandi á Fróðskaparsetrinum greiða frá um nýggju útbúgvingina, Føroyskt sum annaðmál. Hvussu er útbúgvingin skipað, og hvussu er hon ætlað skúlaverkinum og frálæruni í móðurmálinum?

Haldur Suni fer at lesa egnar yrkingar um móðurmálið.

Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Yrkisfelagið Miðnám.

Tiltakið verður stroymt á fb-síðuni hjá Føroyamáli.