University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2026 04 07 At 15 03 12 Heimasíða Tú Vitjar (1)
24 apríl
Tiltak

Námsvísindaligur granskingardagur um skúlaaftran, trivnað og læring

Nær
Longd
13:00 - 16:00
Stað
Aulan, Námsvísindadeildin, Frælsið 20 í Havn

Árligi námsvísindaligi granskingardagurin á Fróðskaparsetri Føroya verður í auluni á Frælsinum 20 fríggjadagin 24. apríl frá klokkan 13 til 16

Í ár verða høvuðsevnini skúlaaftran/skúlafrávera, trivnaður og læring.

Granskarar á Námsvísindadeildini fara at hava framløgur, har ymisk nýggj granskingarúrslit verða løgd fram, og eisini verður orðaskifti um skúlaaftran/skúlafráveru.

Luttakarar í orðaskiftinum verða Pætur Zachariassen, sum er ph.d.-lesandi í skúlafráveru, Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum, og Dorthea Højgaard Dam, trivnaðarstjóri í Vága kommunu.

Øll eru hjartaliga vælkomin!