Tiltak
Netfundur: Kom og les í Japan
- Nær
- Stað
- Teams
apanska sendistovan í Keypmannahavn skipar fyri talgildum kunningarfundi um møguleikarnar hjá lesandi - eisini føroyskum - at fara undir fult fíggjaðan framhaldslestur í Japan
Føroysk lesandi hava møguleika at søkja um framhaldslestur í Japan við fullari fígging.
24. mars klokkan 10 føroyska tíð verður skipað fyri talgildum kunningarfundi á teams, har donsk lesandi, sum hava verið í Japan, fara at siga frá sínum royndum.
Fundurin verður í høvuðsheitum á donskum máli.
Meldið til kunningarfundin við at senda epost til seminar@ch.mofa.go.jp við navni og møguligum lestrarstaði í seinasta lagi 22. mars. Tá tú hevur teknað teg til kunningarfundin, fært tú eitt leinki sendandi, har fundurin verður 24. mars.
Lesið meira her.