University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Horizon.png
2 mai
Tiltak

Netfundur um samfelags- og hugvísindi

Nær
Stað
Á netinum

Samfelags- og hugvísindi verða sett á breddan á netfundi 2. mai klokkan 12:00

Í Horizon Europe verður stórur dentur lagdur á, at samfelagsfrøði og hugvísindi (SSH) verða tikin við í verkætlanir á øllum økjum og í sambandi við øll evni. Hetta gevur fjølbroytni og víðkar um samstarvsmøguleikar bæði innlendis og millum luttakandi londini.

Á enskum verður tað nevnt "SSH Integration", men hvørjar ítøkiligar samstarvsmøguleikar gevur hetta?

Á netfundi 2. mai klokkan 12 verður høvi at hoyra granskarar greiða frá sínum royndum, tá umboð úr næstan øllum Norðurlondum fara at greiða frá.

Tey fara at siga frá sínum royndum við tvørgangandi samstarvi og SSH-samansjóðing í Horizon Europe/Horizon 2020.

Úr Føroyum verður tað Unn Laksá frá Sjókovanum, sum fer at greiða frá sínum royndum.

Netfundurin verður fyriskipaður av Forskningsrådet í Noregi og norðurlendsku NCP-fólkunum á Cluster 2-økinum í Horizon Europe. Fundurin tekur umleið tveir og verður á enskum máli.

Skrá og tilmelding til fundin her