Netseminar: Burðardygd í matvøruskipanum
- Nær
- Longd
- 11:00 - 13:00
- Stað
- Talgilt
24. januar frá klokkan 11:00 til 13:00 verður eitt seminar á zoom undir yvirskriftini, "How do Nordic research institutions approach sustainability in the food systems? Experiences from researh and education."
Fyriskipari er ein norðurlendskur arbeiðsbólkur, hvørs høvuðsendamál er at lýsa leiklutin hjá norðurlendskum granskingarstovnum í skiftinum til burðardyggar matvøruskipanir, tá tað ræður um fiska- og landbúnaðarvørur. Føroysku limirnir í arbeiðsbólkinum eru Anna Sofía Veyhe á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og Eyðfinn Magnussen á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Bólkurin skipar fyri trimum netseminarum, og tiltakið 24. januar er tað fyrsta í røðini. Hini bæði seminarini verða í juni og november.
Øll eru vælkomin at fylgja við á zoom-leinkinum her.
Lesið meira um hetta norðurlendska samstarvið her.