NoDaLiDa 2023: Norðurlendsk ráðstevna um máltøkni
- Nær
- Longd
- 3 dagar
- Stað
- Sjóvinnuhúsið + Norðurlandahúsið
Norðurlendska ráðstevnan um máltøkni NoDaLiDa (Nordic Conference on Computational Linguistics) verður hildin í Føroyum 22.-24. mai 2023. Tað er Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya, sum saman við Dansk Sprognævn skipar fyri NoDaLiDa 2023 í samstarvi við nevndina fyri NEALT - Nothern European Association for Language Technology. Ráðstevnan hevur nærum 50 ár á baki og verður hildin annaðhvørt ár. Hetta er fyrstu ferð, at ráðstevnan kemur til Føroya, og tað er í sjálvum sær tekin um eina máltøkniliga menning í føroyska samfelagnum. Fyrsti dagurin (22. mai) er verkstovur, og verða hesar í Sjóvinnuhúsinum. Norðurlandahúsið verður karmur um sjálva ráðstevnuna, 23.-24. mai.
Luttakararnir verða fólk, ið arbeiða við máltøkni á ymsan hátt – granskarar, vinnulívsfólk, málfrøðingar, KT-frøðingar.
Sí meira á heimasíðuni.