University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
forsíða kas (002).jpg
10 mars
Tiltak

Nýggj kanning um Føroyar og heimin løgd fram

Nær
Longd
13:00 - 15:00
Stað
Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, 100 Tórshavn

Hósdagin 10. mars klokkan 13 verður nýggj kanning løgd fram um Føroyar og umheimin

  • Hvar hoyra Føroyar heima í altjóða politikki?
  • Í hvønn mun skulu vit vera uttanveltað, tá stórveldini bresta saman?
  • Var tað rætt at venda kinesiska telerisanum, Huawei, bakið?
  • Skulu vit siga ja ella nei til ein radara á Sornfelli?
  • Skulu vit framhaldandi drepa grind og springara hóast altjóða trýstið?
  • Skulu vit loysa frá Danmark?
  • Skulu vit gerast partur av ES?
  • Hvørjar eru tær størstu hóttanirnar, sum heimurin stendur fyri?
  • Og hvussu nógvar sendistovur skulu Føroyar hava?

Hesir eru nakrir av spurningunum, sum mynda eina umfatandi kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin gjørdi í november og desember í 2021. Hósdagin 10. mars kl. 13 verður kanningin løgd fram á almennum tiltaki á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25.

Tiltakið er býtt í tveir partar.

Fyrst fer Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, at leggja fram høvuðsúrslit frá kanningini. Síðani fara tveir granskarar, prof. Rasmus Leander á Universitetinum í Grønlandi og prof. Silja Bára Ómarsdóttir á Háskóla Islands, at gera viðmerkingar til føroysku kanningina og samanbera við líknandi kanning í Grønlandi og Íslandi.

Tey bæði luttaka á stórskíggja.

Hesin fyrri parturin fer fram á enskum, tí tiltakið verður stroymt til granskarar og onnur í ymsum londum.

Í seinna partinum fer eitt føroyskt panel at skifta orð um kanningina og tann nýggja altjóða politiska veruleikan, eftir at Russland hevur gjørt innrás i Ukraina. Hvat merkir hetta fyri Føroyar bæði vinnuliga og politiskt?

Í panelinum vera Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Marjun Hanusardóttir, fyrrverandi stjóri á Løgmansskrivstovuni, Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi og Brynhild Thomsen, journalistur og viðmerkjari.

Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur havt ábyrgd av verkætlanini, og greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman data.

Týski felagsskapurin Konrad Adenauer Stiftung hevur fíggjað verkætlanina.

Øll eru vælkomin til tiltakið.