Tiltak
Ókeypis ráðstevna um tarmbrunasjúkur
- Tíðspunkt
- Longd
- 10:00 - 16:30
- Stað
- Fróðskaparsetur Føroya, Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn

16. juni verður almenn ráðstevna um tarmbrunasjúkur (IBD) í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum. Hon er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til áðrenn 6. januar
Visti tí, at onga aðrastaðni í verðini eru so nógvir tilburðir av tarmbrunasjúku sum her í Føroyum?
Hevur tú ella onkur, tú kennir, tarmbrunasjúku?
Ella granskar tú í tarmbrunasjúkum?
So er at koma á almenna ráðstevnu, har føroyskir og útlendskir granskarar leggja fram nýggjastu vitanina á IBD-økinum.
Hoyr um, hvussu ES-stuðlaða verkætlanin miGut-Health arbeiðir við at fyribyrgja og betur skilja IBD.
Eisini verður spennandi pallborðsorðaskifti við umboðum frá sjúklingafelagi og serfrøðingum, og møguleiki verður somuleiðis at seta spurningar og hitta granskarar.
Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at melda til áðrenn 6. juni.
Tekna teg til her.
Sí skránna o.a. her.