Pallborðsfundur: Gev mær styrki
- Nær
- Stað
- Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn
Bíblian og bókmentir sum tilveruligt tilfeingi í prædikum, lesibólkum og sjúkra- og sorgviðgerðum verður viðgjørt á tvørfakligum pallborðsfundi í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 9. oktober klokkan 16
Pallborðsluttakarar:
Gorm Larsen, lektari í bókmentum og samskifti, ph.d. Aalborg Universitet, København
Neal Ashley Conrad Thing, mentanarentrepreneurur, ph.d. Lunds Universitet
Marjun Syderbø Kjelnes, rithøvundur og sjúkrarøktarfrøðingur
Pál Weihe, professari, dr.phil. í Public Health, Fróðskaparsetur Føroya
Jákup Reinert Hansen, lektari í gudfrøði, ph.d., Fróðskaparsetur Føroya og sóknarprestur
Sverri Steinhólm, sjúkrahús-, fongsulsprestur og sóknarprestur í Havnar Kirkju og í Nólsoyar Kirkju
Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur í Hoyvíkar Kirkju
Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur í Havnar Kirkju
Orðstýrari: Bergur Rønne Moberg, Føroyamálsdeildin
Gevið gætur: Almennu leiðreglurnar um koronu eru galdandi, so pláss er fyri umleið 50 áhoyrarum
Pallborðsfundurin verður stroymdur her