Tiltak
Ph.d.-verja á KU: Ester Weihe Jacobsen
- Nær
- Stað
- Zoom og Københavns Universitet
Týsdagin 26. apríl klokkan 13:00 fer Ester Weihe Jacobsen at verja sína ph.d.-ritgerð um psoriasis í Føroyum.
Ritgerðin eitur "Psoriasis The occurrence, familial aggregation, and phenotype of psoriasis in the Faroe Islands".
Ester hevur verið innskrivað á institut for Klinisk Medisin á Københavns Universitet, men hevur í stóran mun arbeitt við verkætlanini á Landssjúkrahúsinum og Ílegusavninum.
Granskingarráðið hevur stuðlað ph.d.-verkætlanini, sum tit kunnu lesa meira um her og her.
Verjan, sum er almen, verður í Mærsk Tårnet á Blegdamsvej 3B, København N. og talgilt. Til ber at fylgja við talgilt á Zoom