
Ph.d.-verja: Árni Johan Petersen
- Tíðspunkt
- Longd
- 10-12
- Stað
- Teams
Oljudreymurin og hansara ítøkiliga ávirkan í Føroyum
Hósdagin 25. mars fer Árni Johan Petersen, adjunktur í virkisbúskapi á Setrinum, at verja sína ph.d.-ritgerð frá CBS.
Ritgerðin kallast, "Collective Imaginary as (Residual) Fantasy".
Árni Johan Petersen hevur granskað, hvussu dreymurin um oljuævintýrið í Føroyum hevði ítøkiliga ávirkan, hóast eingi haldgóð prógv vóru fyri dreyminum.
Vegleiðarar hava verið Dan Kärreman og Dennis Schoeneborn, báðir professarar á CBS.
Andmælingar verða Mikkel Flyverbom, professari á CBS, Yiannis Gabriel, professari á Universitetinum í Lund og Jane Lé, professari á Otto Beisheim School of Management.
Ritgerðin verður tøk her.
Leinki til stroymin á teams er her.
GG: Allir luttakarar skulu hava mikrofon og myndatól sløkt undir verjuni.