University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL
26 juni
Tiltak

Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

Nær
Longd
14:00 - 17:00
Stað
Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn

Fríggjadagin 26. juni 2026 verjir Eli Nolsøe Leifsson ph.d.-ritgerð sína við heitinum: “Physical demands in match and training in football: Peak periods in men's football and longitudinal tracking in women's football”

Verjan, sum er almenn, verður klokkan 14:00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

Sum vinnu-ph.d.-lesandi hevur Eli verið innskrivaður á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya og verið starvssettur hjá Fótbóltsamband Føroya.

Vegleiðaratoymið:

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðari

Morten B. Randers, lektari á Syddansk Universiteti, hjávegleiðari

João Brito, leiðari á Portuguese Football Federation

Metingarnevndin:

Annika Helgadóttir Davidsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)

Barry Drust, professari á University of Birmingham

Helena Andersson, lektari á Umeå University

Samandráttur:

Ritgerðin og føroyski samandrátturin av ritgerðini: Physical demands in match and training in football - PURE Faroe Islands

Verjan verður á enskum máli.