Tiltak
Ph.d.-verja: Fiskivinna sum broytingaramboð
- Nær
- Longd
- 2 tímar
- Stað
- Kongshøll
Fríggjadagin 8. november 2019 fer Erling Isholm at verja ph.d.-ritgerð sína
Fulla heitið er “Fiskivinna sum broytingaramboð hjá amtmanninum - ein kanning av, hvussu amtmaðurin nýtti fiskivinnu til at flyta Føroyar inn í modernaða tíð".
Verjan, sum er almenn, verður í Kongshøll og byrjar stundisliga kl. 13.
Aftan á verjuna bjóðar Setrið ábit.
Eisini liggur ritgerðin frammi á Landsbókasavninum at lesa, um áhugi skuldi verið fyri at kunnað seg nærri áðrenn verjuna.