24
mar



Kl. 13:00. Kongshøll, Vestara bryggja í Havn Tiltak

Skriva út

Ph.d.-verja: Malan Johansen

Fríggjadagin 24. mars klokkan 13 fer Malan Johansen at verja sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru bryggju. Tiltakið er alment og verður stroymt

Ph.d.-ritgerðin hjá Maluni Johansen ber heitið Epidemiology and Genetics of Amyotrophic Lateral Sclerosis and Alzheimer’s Disease in the Faroe Islands, og í føroyska samandráttinum stendur soleiðis:

Føroyingar eru landafrøðiliga atskildir frá meginøkinum. Orsaka av founder-effekt og avbyrging hava føroyingar minni genetiskt fjølbroytni samanborið við onnur fólkasløg í Evropa. Ein fyrimunur við at kanna avbyrgd fólkasløg er, at ílegufrábrigdi, ið eru sjáldsom aðrastaðni, síggjast oftari og eru tí lættari at eyðmerkja. Hetta er galdandi fyri Føroyar, har onkrar sjáldsamar sjúkur hava verið at sæð við hægri títtleika.

Títtleikin av ALS í Føroyum í árunum 1987-2009 var samsvarandi við metingar í Evropa. Tað sást, at ein stórur partur av ALS sjúklingunum vóru úr Suðuroynni, har bert ein lítil partur av føroyingum búgva. Søguliga sæð hevur Suðuroyggin verið meira avbyrgd enn hinar oyggjarnar. Tann stóri parturin av ALS-tilburðum í Suðuroynni fekk okkum at kanna ALS-epidemiologi og kanna um orsøkin kundi vera ílegur.

Grundað á hesa eygleiðing kannaðu vit títtleikan av familierum ALS (FALS) í Føroyum og samanbóru títtleikan av ALS í Suðuroynni við hini økini í Føroyum. Við at nýta ættartrø, var møguligt at eyðmerkja seks sjúklingar, ið vóru nær skyldir og svarar hettar til ein FALS-títtleika upp á 14%. Tá vit víðkaðu um definitiónina av FALS og taldu ALS-sjúklingar við úr ættartrøum við trimum ella fleiri sjúklingum innan trý ættarlið, varð títtleikin av FALS 28%. Harafturat vístu vit, at títtleikin av ALS var tríggjar ferðir størri í Suðuroynni samanborið við restina av landinum. Vit fingu eisini til vega dagførdar metingar av títtleikanum av ALS í Føroyum í tíðarskeiðinum 2010-2020. Áhugavert er, at vit funnu høgan títtleika av ALS í Føroyum samanborið við restina av heiminum.

Út frá hesum ábendingum vildu vit kanna, um kend ALS-frábrigdi øktu um vandan hjá føroyingum at fáa ALS. Eisini ynsktu vit at eyðmerkja higartil ókendar ílegur. Vit høvdu lívfrøðiligt tilfar frá 20 sjúklingum. Ein sjúklingur, sum mest sannlíkt hevði FALS, var berari av einari ekspansión í íleguni C9orf72, ið er mest vanliga genetiska orsøkin til ALS. Í øðrum ílegum, ið ofta eru orsøk til ALS, so sum TARDBP, SOD1 og FUS, funnu vit ongi ílegufrábrigdi, sum kundu metast at vera orsøk til ALS . Vit eyðmerktu nakrar ílegur hjá ALS-sjúklingum, sum eru sjáldsamar hjá øðrum fólkasløgum og sum heldur ikki vóru til staðar í føroyskum kontrollum. Serliga áhugaverd vóru tvey frábrigdi p.Q671R í INPP4A og p.P2602A í VPS13A, ið sóust lutfalsliga ofta í ALS-sjúklingum. Um hesi frábrigdi hava kliniskan týdning, má kannast nærri.

Vit vístu eisini, at tað við stórum neyvleika (AUC = 80.3%) bar til at at skilja millum persónar, sum høvdu Alzheimers-sjúku og kontrollar við at nýta polygenic risk scores (PRS), sum varð roknað út frá 23 íleguvariantum fyri Alzheimers-sjúku umframt APOE, sum er tann størsti genetiski váðafaktorurin fyri Alzheimers. Eisini vístu vit samband millum PRS og aldur; sjúklingar við late-onset Alzheimers fingu sjúkuna fyrr, um tey høvdu eitt høgt PRS tal samanborið við tey, sum høvdu eitt lágt PRS-tal. Saman við lívsstíls- og umhvørvisfaktorum kann PRS væntandi í framtíðini brúkast sum eitt kliniskt amboð í Føroyum at eyðmerkja tey, ið eru í størsta vanda fyri at fáa sjúkuna og vera ein liður í sjúkrafyribyrging, sjúkugreining og viðgerð.

Hóast eygleiðingar bendu á, at ílegur møguliga vóru orsøk ALS í Føroyum, funnu vit ikki nakra ávísa genetiska orsøk, sum kundi forklára høga títtleikan av ALS. Ein sjúklingur hevði eina ekspansión í íleguni C9orf72, men um aðrir ALS sjúklingar í Føroyum, sum ikki vórðu kannaðir genetiskt, hava hesa íleguna stendur ósvarað. Vónandi fara áhaldandi kanningar av føroyskum ALS-sjúklingum at geva okkum betri fatan av ílegugrundarlagnum hjá hesi sjúku. Avbyrgd fólkasløg verða ofta tikin fram sum verandi serliga áhugaverd, tá tað ræður um ílegugransking, tí tey hava minni genetiskt fjølbroytni samanborið við onnur fólkasløg. Umframt hetta kunnu ávísar ílegur hava hægri títtleika, sum kann gera tað lættari at eyðmerkja hesar í sambandi við sjúku. Tó er ikki vist, at úrslit frá ílegugransking í øðrum fólkasløgum kunnu flytast beinleiðis til avbyrgd fólkasløg. Vit vístu tó, at PRS, samansett av frábrigdum funnar í øðrum fólkasløgum, neyvt kundi skilja millum persónar, sum høvdu Alzheimers og kontrollar í Føroyum. Júst sum ílegugransking í smáum avbyrgdum fólkasløgum lættari kann eyðmerkja serstakar sjúkuílegur, kunnu granskingarúrslit frá øðrum fólkasløgum eisini brúkast í avbyrgdum fólkasløg.

Ritgerðin liggur frammi á Landsbókasavninum.

Andmælingar:

Jónrit Halling, lektari og forkvinna í dómsnevndini.

Jørgen Erik Nielsen, professari.

Orla Hardiman, professari.


Vegleiðarar:

Maria Skaalum Petersen, lektari.

Torben Hansen, professari

Anders Albrechtsen, lektari

Ritgerðin fevnir um 4 vísindaligar greinar:

Paper 1: Johansen M, Svenstrup K, Mortensen Ó, Andorsdóttir G, Á Steig B, Joensen P, Hansen T, Petersen MS. Amyotrophic lateral sclerosis in the Faroe Islands - a genealogical study. Amyotroph Lateral Scler Frontotemporal Degener. 2021 Nov;22(7-8):571-575. doi: 10.1080/21678421.2020.1813311. Epub 2020 Sep 4. PMID: 32885668.

Paper 2: Johansen M, Svenstrup K, Joensen P, Steig BÁ, Andorsdóttir G, Hansen T, Petersen MS. High incidence of amyotrophic lateral sclerosis in the Faroe Islands 2010-2020. Ann Clin Transl Neurol. 2022 Feb;9(2):227-231. doi: 10.1002/acn3.51501. Epub 2022 Jan 20. PMID: 35048555; PMCID: PMC8862418.

Paper 3: Johansen M, Stæger FF, Dunø M, Albrechtsen A, Schubert M, Svenstrup K, Hansen T, Petersen MS. Genetics of amyotrophic lateral sclerosis in the isolated population of the Faroe Islands. Prepared for submission

Paper 4: Johansen M, Joensen S, Restorff M, Stórá T, Christy D, Gustavsson EK, Bian J, Guo Y, Farrer MJ, Petersen MS. Polygenic risk of Alzheimer's disease in the Faroe Islands. Eur J Neurol. 2022 Apr 6. doi: 10.1111/ene.15351. Epub ahead of print. PMID: 35384166.

Lesið meira á granskaraprofilinum hjá Maluni Johansen á pure.fo her.

Ph.d.-verjan verður stroymd her.

GG: Verjan verður á enskum máli.

Tíðspunkt
fríggjadagur 24. mar., kl 13:00
Longd
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja í Havn