University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Marnar Fríðheim Kristiansen privatmynd.jpg
9 september
Tiltak

Ph.d.-verja: Marnar Fríðheim Kristiansen

Nær
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn

Fríggjadagin 9. september klokkan 13:00 fer Marnar Fríðheim Kristiansen at verja ph.d.-ritgerð sína um krabbameinsepidemiologi í Føroyum.

Niðurstøðan í granskingini vísir, at krabbameinstíttleikin sum heild var lægri í Føroyum enn í Norðurlondum, men at deyðatíttleikin var á umleið sama stigi. Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar av, hví føroyskir sjúklingar hava lægri yvirliving.

Lesið samandráttin av ritgerðini her.

Eitt eintak av ph.d.-ritgerðini liggur frammi á Landsbókasavninum.

Verjan er opin fyri almenninginum og verður somuleiðis stroymd her.