University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sandra Saxov Lamhauge
27 januar
Tiltak

Ph.d.-verja: Sandra Saxov Lamhauge

Nær
Stað
Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn

Týsdagin 27. januar 2026 verjir Sandra Saxov Lamhauge ph.d.-ritgerð sína við heitinum A sociophonetic study of preaspiration and sonorant devoicing in Faroese

Verjan verður kl 13 í Kongshøll.

Sum ph.d.-lesandi hevur Sandra starvast og verið innskrivað á Føroyamálsdeildini (FMD) á Fróðskaparsetri Føroya.

Vegleiðaratoymið:

Hjalmar P. Petersen, professari á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðari

Nicolai Pharao, lektari á Københavns Universitet, hjávegleiðari

Metingarnevndin:

Jógvan í Lon Jacobsen, professari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)

Michaela Hejná, lektari á Aarhus Universitet

Chris Montgomery, lektari á University of Sheffield

Samandráttur:

Lesið føroyska samandráttin av ritgerðini her.

Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Sandru her.

Verjan verður á enskum máli.