14
mai
![](https://setur.cdn.fo/savn/6381/sunnvør-phd.jpg?width=624&height=350&rmode=crop&s=xNz4V1jYfva_XfiGSHnQrwNc4pE)
Kl. 13:00. zoom Tiltak
Skriva út
Ph.d.-verja um arvafrøðiligar kanningar av sild
Hósdagin 14. mai fer Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu at verja ph.d.-ritgerð sína. Ritgerðin kallast "Sequencing the North Atlantic herring (Clupea harengus) genome and development of a genetic stock management tool".
Ph.d.-verjan verður talgild á zoom og stroymd á YouTube.
Leinkið til zoom er her.
Leinkið til YouTube er her.
Lesið ph.d.-ritgerðina her.
Eitt stuttur samandráttur á føroyskum og enskum er fremst í ritgerðini.
Í seinasta parti av verjuni er andmæli ex auditorio. Nú verjan verður talgild, skulu slíkir spurningar antin sendast til formannin í próvnevndini, Tom Gilbert (tgilbert@sund.ku.dk), áðrenn 14. mai 2020 kl. 12:00 (føroyska tíð), ella skulu teir setast sum Q&A inni á sjálvum webinarinum á zoom.