
Postarasýning á Landssjúkrahúsinum
- Tíðspunkt
- Longd
- 14:00 - 16:00
- Stað
- Forhøllin á Landssjúkrahúsinum
Árliga postarasýningin av bachelorritgerðum í sjúkrarøktarfrøði verður í forhøllini á Landssjúkrahúsinum mikudagin 25. juni frá klokkan 14 til 16
Útbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði gevur umframt mangt annað eisini førleika til at miðla sjúkrarøkt.
Árliga framsýningin er gott høvi at miðla nýggjastu vitanina um sjúkrarøkt, sum kann viðvirka til menning av heilsu- og sjúkrarøkt í Føroyum.
Karmarnir um tiltakið eru væl hóskandi, tí mong koma á gátt í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, so starvsfólk, sjúklingar, avvarðandi og onnur fáa møguleika at síggja framsýningina.
Nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir verða á staðnum og kunnu greiða frá egnum ritgerðum.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Heitið á ritgerðunum eru hesi:
Heildarumsorgan í stutta møtinum. Ein kvalitativ kanning av upplivingum hjá sjúklingum við hjarta-/karsjúku í stutta møtinum við sjúkrarøktarfrøðingar.
Høvundar: Elly Justinussen, Jonna Pauladóttir Olsen, Jóna Pállsdóttir Jacobsen.
Lívið við Migrenu. Eitt kvalitativt litteraturreview av upplivingum hjá sjúklingum við migrenu
Høvundur: Sissal við Sandá Thomsen.
Relatiónsarbeiði í økispsykiatri. Hvussu uppliva sjúkrarøktarfrøðingar relatiónsarbeiði við sjúklingum í økispsykiatriini?
Høvundar: Jastrid Gullbein Augustinussen, Jóhanna Lutzen Glerfoss, Heidi Dam Jacobsen og Guðrið Patursson Eiriksfoss.
Oral care in nursing homes.
Høvundur: Tri Daryanti Dam.
Lívið í skugganum av bróstkrabba. Upplivingar hjá ungum kvinnum, ið liva við framkomnum bróstkrabba.
Høvundar: Lýdia á Smið, Sarita Reinert Hermansen, Sára Ripley og Svanna Virgarsdóttir Fláaberg.
Tvingsil á psykiatriskari deild. Ein kvalitativ kanning av, hvussu sjúkrarøktarfrøðingar uppliva tvingsil á psykiatriskari deild
Høvundar: Kitty May Ellefsen, Ingrid Jógvansdóttir og Sára P. Slættanes.
Tagnarskylda í heimasjúkrarøkt í einum smásamfelagi.
Høvundar: Fríðgerð Høgnadóttir Sørensen og Bjørg Rasmussen
Diabetes og munnheilsa. Eitt tvívegis samband av kliniskum týdningi.
Høvundar: Kristina Hovgaard Bergsdóttir og Svanna Friis Kjær,
Ung og diabetes.
Høvundar: Annika Ragna Christiansen, Annika Berg Høj, Gunn Herolvsdóttir Persson og Ronja Karin Weihe.