University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Postarasýning 2022.jpg
28 januar
Tiltak

Postarasýning á Landssjúkrahúsinum

Nær
Longd
14:00 - 16:00
Stað
Forhøllin á Landssjúkrahúsinum

Mikudagin 28. januar frá klokkan 14 til 16 verður postarasýning av bachelorritgerðum í sjúkrarøktarfrøði í forhøllini á Landssjúkrahúsinum

Hendan serliga framsýningin er ein góð siðvenja, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir hava lokið sína útbúgving.

Her verða bachelorritgerðirnar sýndar fram á sokallaðum postarum, og framsýningin gevur innlit í nýggjastu vitan og gransking í sjúkrarøkt, og sum kann viðvirka til at menna heilsu- og sjúkrarøkt í Føroyum.

Nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir verða á staðnum og greiða fegin frá egnum ritgerðum.

Tiltakið er ætlað øllum – starvsfólki, sjúklingum, avvarðandi og øðrum, sum hava áhugað.

Evnini eru hesi:

Upplivingar hjá familjum hjá ungari heimabúgvandi gentu við etingarólagi: Ein kvalitativ meta-syntesa. Høvundur: Sarah Kathleen Foghill

Kronisk obstruktiv lungnasjúka – hvørji viðurskifti ávirka sjúkrarøktina? Høvundar: Anni Jákupsdóttir Isaksen, Sóley Simonsen og Mása Mortensen

Tá sjúkan ikki sæst: Tarmbrunasjúkur & sálarheilsa – Eitt integrativt review. Høvundar: Inga Thomsen, Bjørk Árnadóttir Dalsgaard og Annika Rasmussen

Sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í onkologiskari sjúkrarøkt - Eitt systematiskt litteraturreview. Høvundar Katrin Faulkner Reynheim, Marjun Nicodemussen, Brynhild Thomsen og Mildrið Birita Johnsdóttir.

Øll eru hjartaliga vælkomin!