Ráðstevna: Føroyar og Ísland innanífrá og uttanífrá
- Nær
- Longd
- 14. - 16. juni 2022
- Stað
- Sjóvinnuhúsið
14.-16. juni verður ráðstevna um lýsingar av Føroyum og Íslandi í skaldsøgum, ferðafrásagnum, filmi, ferðavinnu og list.
Áhugin fyri londunum í norðri er stórur og vaksandi um allan heim. Ísland og Føroyar eru pallmyndir í skaldskapi og listaverkum. Mongu spurningarnir um Arktis, veðurlag og trygdarpolitikk eru evni í tíðindum og skaldsøgum. Filmar, sum taka støði í íslendskum ella føroyskum landslagi, eru at síggja regluliga.
Í døgunum 14.-16. juni 2022 skipar Fróðskaparsetrið saman við Háskóla Íslands og UVSQ/Université Paris-Saclay fyri ráðstevnu um, hvussu Føroyar og Ísland verða lýst í ferðafrásagnum, skaldsøgum, filmi, ferðavinnu og list. Harumframt verða á ráðstevnuni framløgur um, hvussu føroyingar og íslendingar lýsa hvønn annan innanhýsis, serliga í bókmentum. Heitið á ráðstevnuni er ICELAND AND THE FAROE ISLANDS SEEN FROM WITHIN AND WITHOUT: CROSS-CULTURAL PERSPECTIVES 17TH-21ST CENTURY. Á ráðstevnuni luttaka granskarar úr Føroyum, Íslandi, Fraklandi og USA. Rithøvundar og myndlistafólk luttaka eisini. Ráðstevnan verður í Sjóvinnuhúsinum.
Lýst verður við skrá og almennum fyrilestrum seinni.
Myndin er frá Icelandic Times og úr performance hjá íslendsku listakvinnuni Huldu Rós Guðnadóttur, sum fer at luttaka á ráðstevnuni.