University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ráðstevna Um Raðfestingar Í Heilsutilboðum 2025
8 september
Tiltak

Ráðstevna: Raðfestingar í heilsutilboðum

Nær
Longd
13:00 - 16:00
Stað
Norðurlandahúsið

Mánadagin 8. september frá klokkan. 13.00 til 16.00 verður almenn ráðstevna í Norðurlandahúsinum um, hvussu vit kunnu raðfesta rætt viðvíkjandi heilsutilboðum

Ráðstevnan hevur heitið “Raðfestingar í almennum heilsutilboðum: Hvat er rætt og rættvíst at gera?” og hevur til endamáls at birta kjak um raðfestingar av heilsutilboðum í almenna geiranum og at varpa ljós á týdningin av gjøgnumskygni og rættvísi í raðfestingarprosessum.

Á skránni verða fyrilestrar úr ymiskum sjónarhornum:

• Kjeld Møller Pedersen, professari í heilsubúðskapi, Syddansk Universitet.

• Sirið Stenberg sum fyrrverandi landstýrisskvinna í heilsu- og almannamálum.

• Hjørdis Mortensen, stjóri í almannaverkinum.

• Pál Weihe, professari í arbeiðismedisin og fyrrverandi leiðari á Landssjúkrahúsinum.

• Jógvan D. Hansen, námslektari í heimspeki á Fróðskaparsetri Føroya.

• Pallborðskjak undir leiðslu av Janu Mortensen.

Ráðstevnan er ókeypis og stuðlað av Betri Stuðul.

Tað eru Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, sum í felag skipa fyri.

Øll eru vælkomin.