Ráðstevna: Skyldskapur við menniskju, náttúru og umheim
6-8. september verður ráðstevna á Føroya Fólkaháskúla um skyldskap við menniskju, náttúru og umheimin
Ráðstevnan sprettir úr samstarvi millum ein granskingarbólk á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum kallast Mentan, sosial viðurskifti og lokalsamfeløg, eina granskingarverkætlan á Aarhus universiteti, sum eitur Gendered Island Futures, Føroya Fólkaháskúla og fleiri listafólk í Føroyum.
Ráðstevnan byrjar fríggjakvøldið 6. september, tá Nanna Schneidermann og Turið Nolsøe leggja fram undir heitinum Skyldskapur og hjáland – an ethnographic defrosting of colonialism from Faroese perspectives.
Leygardagin og sunnudagin verða fýra verkstovur við framløgum, kjaki og ymiskum kreativum innsløgum:
- Verkstova 1: Nærsambond ígjøgnum kroppar og kærleika við Jónleyg Djurhuus, Nannu Schneidermann, Turið Hermannsdóttur og Beinir Bergssyni
- Verkstova 2: Náttúra, framburður og (de)kolonialitetur við Elisabeth Skarðhamar Olsen, Ragnheiður Bogadóttur, Jón Sonna Jensen og Guðrið Poulsen
- Verkstova 3: Føroyar í heiminum – eitt fleirmentað heim við Runa Preeti, Anniku Isfeldt, Firouz Gaini, Vár Eydnudóttur, Sólveig Hanusardóttur Olsen, Kalpanu Vijayavarathan, Lív Reynheim o.ø.
- Verkstova 4: Dekoloniserað umsorgan – føroyskt umsorganararbeiði í einum dekolonialum ljósi við Turið Nolsøe, Gretu Jimenez, Búa Egasyni Dam og Kristinu Sørensen Ougaard.
Ráðstevnan endar við eini sera spennandi framløgu sunnudagin 8. september við Nicole Daniels, sum er doula og granskari á Center for Social Science Research á University of Cape Town. Hon hevur granskað í barnsburðum, skyldskapi og kyni, í sambandi við ójavna, tá tað ræður um heilsu, og gevur íkast til ráðstevnuna við sínum innliti í skyldskap og kolonialan arv í Suðurafrika.
Tað kostar 200 kr at luttaka til alla ráðstevnuna ella 100 kr fyri ein dag.
Tilmelding og meira kunning um ráðstevnuna er her.