Ráðstevna um ítrótt 2026
- Nær
- Longd
- 09:00 - 14:30
- Stað
- Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn
Undir heitinum "Ítróttur er meira enn bara ítróttur" skipa ÍSF og Fróðskaparsetur Føroya aftur fyri spennandi ítróttaráðstevnu við føroyskum og útlendskum fyrilestrum og kjaki
Triðja árið á rað skipa ÍSF og Fróðskaparsetur Føroya fyri spennandi ítróttaráðstevnu, og til ber hjá tær at melda teg til fyri 95 krónur.
Eins og undanfarin ár eru viðkomandi føroyskir fyrilestrar, framløgur frá útlendskum
granskarum og kjak á skránni. Og aftur í ár snýr tað seg um børnini, breiddina og tey bestu.
Samfelag og ítróttur: Sólskinssøgur og veruleiki
Í fyrsta parti verða tøl og úrslit løgd fram, m.a. úr barnafrágreiðingini "Har børn og
ung trívast", og vit hoyra, hvat føroysk børn siga um ítrótt.
Tvær framløgur eru úr Íslandi. Onnur um, hvussu Ísland hevur brúkt ítrótt sum amboð til
heilsufremjan og fyribyrging, og hin um, hvussu vit kunna framleiða og brúka hagtøl í
ítróttaluttøku, og sum kunnu styrkja arbeiðið hjá kommunum og heilsuverkinum.
Ítróttur sum heilivágur
Annar partur snýr seg um, hvussu ítróttur kann brúkast sum heilivágur og amboð til betri heilsu.
Hvat hava vit lært seinastu 10 árini um ítrótt sum heilsutilboð, og hvussu brúka vit nú hesa vitan sum
samfelag? Eisini hoyra vit frá trimum føroyskum kommunum.
Tikið verður saman um hendan partin við orðaskifti.
Miðmáli frá klokkan 11.35 - 12.00
Úrvalsítróttur - gagnnýtsla av ónýttum møguleikum
Triðji partur er um menningarmøguleikarnar í Føroyum, og hvat hevur eydnast. Vit hoyra um serføroyskan spælistíl, sum hevur givið góð úrslit í hondbólti, og hví vit eisini hava rokkið bestu altjóða úrslit í fótbólti í 2025.
Eisini verður ein persónlig søga hjá Nicki Lentz, sum við greinandi og dátugrundaðari tilgongd megnaði at blíva heimsmeistari í styrkilyfting.
Neyvari skrá og tilmelding er her.