Ráðstevna um sálarheilsu hjá ungum
- Nær
- Stað
- Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn
Hósdagin 20. apríl klokkan 13:00 verður ráðstevna á Fróðskaparsetrinum í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn undir heitinum, Sálarligir trupulleikar hjá ungum: Hvat er tað, sum bagir?
Ráðstevnan setur sjóneykuna á tey viðurskifti, ið kunnu ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá ungdóminum. Sambært fleiri granskarum er sálarligi trivnaðurin hjá ungum í støðugari afturgongd, hóast ungdómurin í dag søguliga neyvan hevur havt betri fortreytir fyri at støðast í lívinum.
Men hvat er tað, sum bagir?
Framløgufólk verða m.a. Ole Jacob Madsen, sálarfrøðingur, heimspekingur og professari, Hermundur Sigmundsson, sálarfrøðingur og professari, Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, og Monika Mohr, kandidatur í heilsufremjan.
Teknið tykkum til ráðstevnuna her.
Skrá:
13:00-13:20: Vælkomin og innleiðsla v/ Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni
13:20-14:20: Ole Jacob Madsen: "Avriksættarliðið: Hvat er tað, sum bagir okkum?". Við støði í hugkveikjandi bókini, "Generation prestasjon", fer Ole Jacob at koma við sínum boðum um, hvussu vit skulu skilja sálarligar trupulleikar hjá ungum fólki.
14:20-14:45: Kaffisteðgur.
14:45-15:10: Annika Helgadóttir Davidsen og Monika Mohr: "Tað er akkurát sum, at lívið er ein uppgáva, sum man bara skal koma ígjøgnum, og so verður man pensjóneraður, og so er tað yvirstaðið ella soleiðis.....". Annika og Monika fara at leggja fram úrslit av kvalitativari kanning um føroysk ung og teirra sálarligu heilsustøðu.
15:10-15:35: Anna Maria Troest og Hildur Vang: "Týdningurin av tøttu sambondunum hjá umsorganaryvirtiknum børnum fyri at klára seg sum vaksin". Anna Maria og Hildur fara at leggja fram kanning av føroyskum ungum vaksnum, sum vórðu umsorganaryvirtikin sum børn, og hvussu tey upplivdu síni barna- og ungdómsár.
15:35-16:00: Hermundur Sigmundsson: "Kveik neistan!". Grundað á stóra verkætlan í Vestmannaoyggjum fer Hermundur at tosa um samanhangin millum motivatión, faklig avrik og trivnað hjá íslendskum fólkaskúlanæmingum.
16:05-16:25: Pallborðskjak.
16:25-16:30: Takk fyri í dag.