University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
RakulSkaale.jpg
15 mai
Tiltak

Rakul Skaale Andreasen heldur MA-fyrilestur

Nær
Longd
1 tími
Stað
Kongshøll

Heitið á fyrilestrinum er:
Vís stutt hugburð til føroyskt, danskt og enskt, og met um vit standa fyri einum málskifti til enskt.

GG: umstøðurnar loyva í mesta lagi 40 áhoyrarum.

Rakul Skaale Andreasen hevur skrivað MA-ritgerð við heitinum: Útlitini fyri einum málskifti. Fara vit at tosa enskt? Hon nýtir serliga eina grímukanning at finna útav, um vit standa standa yvir fyri einum málskifti. Eisini skiftir hon orð um koduskifti. Spurningurin, ið hon setir, er um ein jaligur hugburður til enskt og nógv koduskifti ímillum føroyskt og enskt kann vera viðvirkandi til, at vit í dag standa fyri einum málskifti til enskt.

Rakul hevur gjørt eitt umfatandi innsavningararbeiði, sum hon byggir niðurstøður sínar á. Tey granskingarúrslit, ið hon leggur fram, eru nýggj í einum føroyskum samanhangi, og vit kunnu nú siga nakað nærri um hugburðin til føroyskt, danskt og enskt, og hvønn týdning tað hevur fyri, at vit møguliga í framtíðini fara at tosa enskt.

Vegleiðari til høvuðsritgerðina er Hjalmar P. Petersen (Fróðskaparsetur Føroya, Føroyamálsdeildin) og hjálparvegleiðari er Edit Bugge (Høgskulen på Vestlandet).