University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
MFS sálarheilsa.jpg
20 juli
Tiltak

Sálarheilsa hjá lesandi

Nær
Stað
Aulan í Læraraskúlanum (á Frælsinum)
Til tiltakið verður sett sjóneyku á sálarheilsuna hjá lesandi.
Kanningar úr grannalondum okkara vísa, at lesandi kenna stórt trýst til at fáa góðar karakterir, velja tí røttu útbúgvingina, og at gerast liðug sum skjótast.
Í Føroyum vísa kanningar, at sálarheilsan hjá teimum ungu als ikki er nóg góð.
Til tiltakið fara vit at hoyra um evnið úr ymsum sjónarhorn úr m.a. Føroyum og Sveis. Sinnisbati fer at greiða frá, hvussu støðan er, tá tað kemur til sálarheislu hjá føroyingum. Tey fara eisini at koma inn á útbúgving og sálarheilsu í Føroyum. Umboð úr sveisiska meginfelagnum fyri lesandi, VSS UNES USU, fer til tiltakið at greiða frá hvussu støðan hjá lesandi er í Sveis, tá tað kemur  til sálarheilsu. Eisini fara tey at tosa um, hvat verður gjørt fyri at basa trupulleikanum, og hvussu lestrarfeløg kunnu verða ein partur av loysnini.
🥳 MFS bjóðar heitt og kalt at drekka til tiltakið.