Seminar: Fyrisitingarrættarlig roynd og fyrisitingardómstólar
- Nær
- Longd
- 09:00 - 12:15
- Stað
- Jónas Broncks gøta 25, veghæddin, Tórshavn
Mánamorgunin 30. november klokkan 09:00 verður alment og ókeypis seminar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya um fyrisitingarættarliga roynd og fyrisitingardómstólar
Luttakarar verða Frederik Waage, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum, Henrik Strauss frá Syddansk Universitet, Henrik Wenander, professari á Universitetinum í Lund, Torvald Larsson, lektari á Universitetinum í Lund, og umboð fyri løgfrøði á Fróðskaparsetrinum.
SKRÁIN
09.00–09.45 | Týsku fyrisitingardómstólarnir
09.00–09.25: Frederik Waage leggur fram álit um týskar fyrisitingardómstólar.
09.25–09.45: Framløga við Henrik Wenander (online).
09.45–10.00 | Steðgur
10.00–11.00 | Týskar royndir og danskur-føroyskur rættur
Framløgur og kjak við Frederik Waage, Henrik Strauss og Bárði Larsen.
11.00-11.15 | Steðgur
11.15-12.00| Steðgandi virknaður í samanberandi ljósi
11.15–11.35: Steðgandi virknaður í týskum og danskt-føroyskum rætti – Frederik Waage.
11.35–11.55: Framløga við Torvald Larsson (online).
11.55-12.15 | Endi
Øll eru vælkomin.