Tiltak
Skeið fyri próvdómarar
- Nær
- Longd
- kl. 9.00 – 16.00
- Stað
- Sjóvinnuhúsið. Vestara bryggja 15. Tórshavn
Skeiðið er fyrst og fremst ætlað tilnevndum próvdómarum. Onnur, sum umhugsa at vera tilnevnd, fyriuttan tey sum í sínum dagliga arbeiði próvdøma og próvhoyra, eru tó eisini vælkomin at luttaka.
Endamál:
Endamálið við skeiðnum er at:
- geva próvdómarum vitan um og førleikar til at meta avrikið hjá lesandi objektivt og eftirfarandi
- tryggja rættartrygdina hjá lesandi fyri rættvísari og eins próvdøming
- geva próvdómarum innlit í teirra rættindi sum próvdómarar
Innihald:
Skeiðið inniheldur upplýsingar, sum próvdómarar skulu hava innlit í, áðrenn skrivligar og munnligar próvhoyringar, herundir:
- rættindi og skyldur hjá tilnevndum próvdómarum
- próvtøka – meting og handfaring av metingarstøði
- próvtøkusvik
- klagur og kærur
- løgfrøðiligt grundarlag:
- kunngerð um útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing
- kunngerð um próvtalstigan og próvtalsgeving
- skilgreinan av hugtøkum knýtt at próvdøming
Undirvísari:
Annemi Lund Joensen
Kostnaður:
Ókeypis.
Tilmelding:
Síðsta freist at melda til skeiðið er; 5.oktober kl. 15.
Tilmeldingin skal sendast til: SylviaZ@setur.fo