Tiltak
Skeið í føroyskari mállæru og rættskriving
- Nær
- Longd
- 50 tímar
- Stað
- Føroyamálsdeildin, V. U. Hammershaimbs gøta 22
Skeið í føroyskari mállæru og rættskriving verður á Føroyamálsdeildini í heyst
Skeiðið er 8 vikur (50 tímar) til longdar.
Byrjað verður 8. september kl. 16, og síðan verður undirvíst tvær ferðir um vikuna í viku 37-40 & 43-46.
Undirvísingin verður týs- og mikudagar kl. 15.30-18.
Kostnaðurin er 3000 kr., sum skal gjaldast við skeiðsbyrjan.
Lærari er Lena Reinert.
Tilmeldingarfreistin er 1. september 2021.
Tilmelding til skeiðið fer fram við at útfylla umsóknarblaðið, ið fæst her, og senda umsóknina til fmd@setur.fo
Treyt fyri luttøku er føroyskt á miðnámsskúlastigi ella samsvarandi.