Tiltak
Spennandi filmur í Kongshøll um hemaragransking
- Nær
Føroya Sjósavn bjóðar saman við franska granskaratoyminum, “Des requins et des hommes” (DRDH), til almenna filmsýning um hemarar undir Føroyum og hemaragransking
Tiltakið er hósdagin 12. februar klokkan 17:00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn og er alment og ókeypis.
Føroya Sjósavn er við í fleiri spennandi verkætlanum, sum snúgva seg um at skilja og miðla okkara serstøku havnáttúru.
Ein av hesum verkætlanum er gransking av hemara í føroyskum sjógvi, og hvussu hesin ferðast víða um í heimshøvunum.
Samstarv er við franska granskingartoymið, hvørs navn merkir "hávurin og menniskjað", sum tey vitja nú í Føroyum fyri at fyrireika nærri kanningar í sjónum kring Føroyar.
Øll eru vælkomin til filmin, og neyðugt er ikki við tilmelding.