University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 06 03 At 10 51 07 Invitation Til Ekstra Online Spørgetime Om Arktisk Opslag
11 juni
Tiltak

Spyrjitími: Hvussu søki eg fígging til arktiska gransking?

Tíðspunkt
Longd
14:00 - 15:00
Stað
Zoom

Danmarks Frie Forskningsfond skipar fyri talgildum spyrjitíma 11. juni, har tú kanst seta spurningar um stuðulin hjá grunninum til arktiska gransking. Spyrjitímin verður á Zoom og á enskum

Spyrjitímin byrjar við stuttari gjøgnumgongd av høvuðstættunum í lýsingingini eftir umsóknum, og síðani verður høvi at seta spurningar um lýsingina.

Danmarks Frie Forskningsfond hevur áður skipað fyri webinarum um evnisgransking í 2025, har karmar og krøv til umsóknir hava verið á skránni. Og nú verður so skipað fyri einum spyrjitíma, har møguligir umsøkjarar fáa høvi at kunna seg nærri um lýsingina eftir umsóknum og tey evnistongdu krøvini, sum umsøkjarar mugu lúka.

Danmarks Frie Forskningsfond luttók á stóru verkstovuni, sum var í Havn 13. og 14. mai undir heitinum "Arktisk vísindi í verki". Í tí sambandi kunnaði grunnurin um sína fígging til evnistongda arktiska gransking.

Leinki til spyrjitíman er her.

Les tilfarið um granskingarjáttanina her.