Talgild ráðstevna um havrættarsáttmálan
- Nær
- Longd
- 09:00 - 11:00
- Stað
- Lærdi háskúlin í Goettingen og talgilt
Hósdagin 26. august klokkan 09:00 - 11:00 verður ráðstevna á universitetinum í Goettingen í Týsklandi (og talgilt), har luppurin verður settur á tvingaðu gerðarrættarskipanina í havrættarsáttmálanum hjá ST, og um ósemjur um fiskivinnuumsiting í sjóøkjum hjá strandalondum kunnu latast hesi gerðarrættarskipan.
Sum útgangsstøði hoyra allar ósemjur í sambandi við havrættarsáttmálan undir tvingaðu gerðarrættarskipanina, tó at undantøk eru. Á hesi ráðstevnuni verður roynt at fáa betri greiði á, hvussu víðfevnd undantøkini í roynd og veru eru.
Orðstýrari verður Eva Romée van der Marel, doktari (Faculty of Law, Oxford University)
Skrá:
Klokkan 09:00 - 09:15: Natalie Klein, professari (UNSW Sydney, Faculty of Law and Justice)
Klokkan 09:15 - 09:30: Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg, Fróðskaparsetur Føroya
Klokkan 09:30 - 09:45: Valentin Schatz, doktari (research Associate, Institute for Law of the Sea and Maritime Law, Faculty of Law, University of Hamburg)
Klokkan 09:45 - 10:00:Camille Goodman, doktari (Senior Lecturer, Australian National Centre for Ocean Resources & Security, University of Wollongong)
Lesið meira her.
Teknið tykkum til her.