Talgild ráðstevna: Vitan og vøkstur í Arktis
- Nær
- Longd
- Talgild vinnuráðstevna 16. og 17 mars frá 11-15
- Stað
- Talgild luttøka
16. og 17. mars verður talgild vinnuráðstevna um vitan, vøkstur og vinnumenning í Arktis.
Tað er Arctic Consensus og AAU Arctic, sum skipa fyri ráðstevnuni við heitinum, "Vitan og vøkstur - vinnumenning og nýskapan í Arktis".
Ein spennandi skrá er sett saman, har m.a. Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum tann fyrra dagin hevur framløgu um virðið í vitanarsamstarvi úr føroyskum sjónarhorni. Eisini luttekur rektarin í orðaskifti til endans sama dag, har kjakevnið er, hvussu vit tryggja vakstrarfremjandi vitanarsamstørv, og hvussu vit máta slík samstørv. Við í tí kjakinum eru, umframt Chik Collins, Ulrik S. Korsholm, sum er formaður í Arctic Hub, og Suzanne Møller, forkvinna á universitetinum í Grønlandi.
Jenis av Rana, landsstýrismaður heldur setanarrøðuna 16. mars, tá hann fer at tosa um styrkt samstarv millum vitanarstovnar og vinnulív.
Lesið meira og melda til talgildu ráðstevnuna her.
Síggið skránna her.