Tiltak
Tekningarfreist: Miðlar og politiskt samskifti
- Nær
- Longd
- Fríggjadagar feb - apríl
- Stað
- Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25 í Havn
Freistin at tekna seg til nýtt stakskeið á masterstigi, sum eitur Miðlar og politiskt samskifti, er mánadagin 1. februar.
Undirvíst verður fríggjadag seinnapart frá februar til apríl.
Melda til við at skriva ein teldupost til annaplo@setur.fo.
Skeiðið er ætlað masterlesandi á Setrinum og stakgreinalesandi, sum hava staðið samfelagsvísindaliga bachelorútbúgving.
Kostnaður fyri stakgreinalesandi er 2.000 krónur.
Les meir um skeiðið í skeiðslýsingini her.