University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Thorvaldur Gylfason.jpg
6 apríl
Tiltak

Thorvaldur Gylfason heldur middagsfyrilestur

Nær
Longd
12:00 - 13:00
Stað
Søgu- og samfelagsdeildin, Veghæddin, Jónas Broncks gøta 25, Havn

Fyrilesturin, sum var útsettur, verður nú á middegi 6. apríl

Mikudagin 6. apríl letur Søgu- og samfelagsdeildin aftur dyrnar upp í døgurðatímanum til eina fróðskaparflís.

Tá fer íslendski professarin í búskapi, Thorvaldur Gylfason, sum kennir Føroyar væl, at halda fyrilestur.

Hann fer at hava eina framløgu, sum eitur "Constitutions, Fish, Growth, Diversification, and More".

Hann skrivar soleiðis um fyrilesturin:

"Vit byrja í Russlandi, har stígur hevur verið í tilfeingisgrundaða búskapinum síðani 2012.

Vit fara síðani til Íslands, har búskapurin ikki longur er tilfeingisgrundaður, men tó ikki nóg fleirtáttaður enn, og har BTÚ fyri hvønn íbúgva var minni í 2020 enn í 2007.

Vit samanbera Ísland við tvey lond við skjótum vøkstri, sum brúka evrur beinleiðis ella óbeinleiðis: Írland og Føroyar. 

Síðani viðgera vit stutt Ísland eftir búskaparliga skrædlið í 2008, og har kunnu áhoyrararnir sjálvir gera av, um hetta speglar føroysk viðurskifti eisini.

At enda skifta við orð um sambandið millum bundinskap av náttúrutilfeingi og búskaparvøkstur, og hvat kann gerast fyri at forða fyri trupulleikum, sum aftur leiðir okkum til okkara nýggju grundlóg og tørvin á at eggja til búskaparliga diversifikatión og fólkaræði."

Øll eru hjartaliga vælkomin og kunnu eisini taka matpakkan við.