University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Tiltak

Tiltak: Altjóða dagur fyri sjúkrarøktarfrøði

Tíðspunkt
Longd
13:00 - 15:30
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja í Havn
Sjúkrarøktarfrøðidagur
12 mai

12. mai er altjóða dagur fyri sjúkrarøktarfrøði, og í ár skipar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi fyri einum heilt serligum tiltaki

Tiltakið verður í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya frá klokkan 13:00 til 15:30.

Ein serlig skrá er løgd, har partarnir vilja takka Elisabeth Hall, professara, fyri hennara stóra íkast til sjúkrarøktarfrøðina.

Elisabeth Hall er professari emerita á universitetinum í Århus í Danmark og adjungeraður professari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya, og hon hevur brúkt nógv av síni pensionistatilveru til at granska og skjalfesta søguna um føroyska sjúkrarøktarfrøði.

Á tiltakinum verða røður hildnar, og sjálv fer Elisabeth Hall at leggja fram um sína gransking.