University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Skærmbillede 20 5 2025 161433 New.Uarctic.Org
15 januar
Tiltak

UArctic Congress 2026. Evstamark at senda uppskot inn

Nær

Freistin at lata uppskot um samandrátt til UArctic Congress 2026 er 15. januar klokkan 15:00 (16:00 CET)

UArctic Congress 2026 verður hildin við Tjarnir frá 26. til 28. mai 2026.

Øll kunnu senda uppskot inn um samandrátt (abstract) í samsvari við sessiónirnar, sum eru góðkendar í skránni. Evnini eru hesi:

  • Burðardygg vinnulig menning og altjóða samstarv
  • Hav og havrannsóknir
  • Veðurlagsbroytingar í Arktis
  • Lívfrøðiligt margfeldi
  • Upprunafólk og samfeløg í Norðri

Evnini á ráðstevnuni eru í samsvari við raðfestingarnar, sum Grønland, Føroyar og Danmark hava, nú londini hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025-2027.

Nærri kunning um, hvussu tú sendir uppskot inn, eru her.

Les meira um longdu freistina (15. januar) at senda uppskot inn her.

UArctic Congress er ein ráðstevna, ið verður hildin annaðhvørt ár. Hon samansjóðar vísindaliga ráðstevnu og høvuðsfundir í UArctic-netverkinum. UArctic Congress 2026 verður fyriskipað av Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Havstovuna