Umsóknarfreist: Eftirútbúgving í smíð modul 2
- Tíðspunkt

8. januar er evstamark at melda seg til modul 2 í eftirútbúgving í smíð
Hetta er til tín, sum hevur hug at blíva smíðlærari, ella til tín, sum longu er smíðlærari og vil menna tínar førleikar.
Á Námsvísindadeildini verður í vár, í samstarvi við Gøteborg Universitet, bjóðað stakskeið í smíð. Hetta er líknandi skeið sum varð hildið á heysti 2023, men við øðrum evni. Hesuferð verður dentur lagdur á dreying, samlingar, metallarbeiði, íroknað tráðsmíð. Eisini verður arbeitt við hugtøkum so sum týdningin av djúphugsan, og hvør vitan liggur í tí, sum vit gera. Eisini verður formativ eftirmeting viðgjørd við støði í at hava fokus á læringina heldur enn, hvat næmingarnir skulu gera.
Hesi stakskeiðini í smíð eru skipað soleiðis, at tey skulu órógva arbeiðið sum minst, og tí eru einans tvær vikur hvørja lestrarhálvu við undirvísing burturav á Námsvísindadeildini. Harumframt er lesnaður, sjálvstøðugt arbeiði og uppgávuloysing partur av skeiðnum.
Lesið meira her.