Umsóknarfreist: Eftirútbúgvingarskeið á masterstigi á Námsvísindadeildini
- Nær
Fjølbroytt úrval av eftirútbúgvingarskeiðum á masterstigi eru tøk at søkja á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya - umsóknarfreiost er á midnátt 1. mai
Við einum eftirútbúgvingarskeiði fært tú nýggja vitan, nýggj sjónarmið og betri førleikar at menna undirvísing og námsfrøðiligt arbeiði í skúlaverkinum.
Í heyst hava vit fleiri spennandi eftirútbúgvingarskeið, sum venda sær til starvsfólk í skúlaverkinum, ið vilja menna sínar yrkisfakligu førleikar, og sum kunnu nýtast beinleiðis í verki.
Skeiðini kunnu takast sum partur av einari masterútbúgvingarrøð, men sum einstøk skeið.
Tú kanst velja millum fimm skeið:
• Alis- og evnafrøði sum undirvísingarfak
• Inkluderandi sernámsfrøði sum hugsjón og í verki
• Konflikthandfaring og didaktiska tilgongdin í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum
• Samfelag, skúli og heim
• Menning av talgildari undirvísing í verki
Skeiðini eru skipað soleiðis, at tey knýta ástøði og praksis saman og geva tær vitan og ítøkiligar førleikar, sum tú kanst nýta beinleiðis í tínum arbeiði.
Tú kanst lesa meira um skeiðini og søkja her.
Umsóknarfreist er á midnátt 1. mai.
Treytin fyri upptøku er, at umsøkjarar hava bachelorútbúgving í undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving, umframt minst tvey ára viðkomandi starvsroyndir.