University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Sjúkrarøktarfrøðingar.png
1 juni
Tiltak

Umsóknarfreist: Klinisk vegleiðarútbúgving

Nær

Á midnátt 1. juni er evstamark at søkja lestrarpláss á klinisku vegleiðaraútbúgvingini á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum

Útbúgvingin er samansett soleiðis, at hon gevur tær neyðugu førleikarnar til millum annað at vegleiða og meta lesandi í klinisku undirvísingini í heilsuútbúgvingum.

Krøv fyri upptøku er, at tú hevur miðallanga heilsufakliga útbúgving.

24 pláss eru á skeiðinum, og framíhjárætt hava sjúkrarøktarfrøðingar og øki, sum serliga mangla kliniskar vegleiðarar.

Skeiðið er 10 ECTS og byrjar í viku 38.

Kostnaðurin fyri skeiðið er 8.000 kr.

Les meira og søk her.